14. juni var aðalfundur í Fimleikasambandinum, har formaður og tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Heri Lamhauge varð valdur til amboðssamskipara og Tinna Johansen til estetiskan samskipara. Eingin stillaði tó upp til formanssessin, og tí verður eykaaðalfundur hildin, har evnið verður formansval.
Í nevndini sita nú:
Heri Lamhauge, virkandi formaður og amboðssamskipari
Tinna Johansen, estetiskur samskipari
Kristian Danbjørg Heinesen, samskipari fyri breiddarfimleik
Frida Poulsen, samskipari fyri Fimleikafagnaðin og Fimleikagalla
Tiltakslimur er Sólgerð Joensen
Nevndin takkar fráfarandi formanninum, Eyðuni Mørkøre, og fráfarandi estetiska samskiparanum, Beintu Danielsen, fyri teirra arbeiði fyri Fimleikasambandið.