Fyri tveimum vikum síðan vór Julian Steingrund og Jákup Svøðstein, okkara nýggjastu FIG dómarar, útleigaðir sum dómarar til altjóða FIG kappingina Norðurlandameistaraheitið (NM), sum var í Aalborg. Julian dømdi fyri Svøríki og Jákup fyri Danmark.
Talan er ikki um fyrstu ferð, at føroyskir dómarar verða leigaðir út, men hetta er fyrstu ferð, at hesir báðir nýútbúnu FIG-dómararnir døma í eini altjóða kapping fyri onnur lond. Í slíkum kappingum er vanliga krav, at hvørt land ið luttekur, hevur trýggjar dómarar við til kappingarnar. Men ofta hendir tað, at lond mangla dómarar og leita sær hjálp aðrastaðni.
Hesaferð eru tað Julian og Jákup sum taka stigið at hjálpa, har tørvurin er. Føroya Fimleikasamband sendi ikki fimleikarar til kappingina í ár, tí arbeiðið er lagt á oyggjaleikarnar, sum vera seinni í summar. Tískil vóru føroysku dómararnir tøkir – og tað gleðir okkum at síggja teir fáa slíkt álít í altjóða høpi.
Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku og góða eydnu við dómarastarvinum!