Amboðsfimleikur

Rókur í finaluni í beinsveiggj á Norðurevropameistarakappingini 2025

25. okt. 2025 | Amboðsfimleikur

Føroya Fimleikasamband fegnast um at kunna boða frá, at Rókur Sumberg Vestergaard hevur tryggjað sær pláss í finaluni í beinsveiggj á Norðurevropameistarakappingini 2025.

Innleiðandi umførini hjá monnunum vóru hildin fríggjadagin, og Rókur kvalifiseraði seg sum nr. 7 við samlaðu stigatølunum 12.000 (D = 3.70). Hetta er eitt frálíkt úrslit millum sterkar luttakarar úr m.a. Wales, Skotlandi, Onglandi og Finnlandi.

Finalan hjá monnunum verður sunnudagin kl. 11.25–12.45, og Rókur verður sostatt millum teir átta fremstu í Norðurevropameistarakappingini á hesum amboði.

Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við úrslitinum og góða eydnu í finaluni! 🇫🇴

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.