Estetiskur fimleikur

Steypafinalan í estetiskum fimleiki 2026

12. mar. 2026 | Estetiskur fimleikur

Komandi sunnudag, 15. mars, verður steypafinalan í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík

Kappingin verður býtt upp í tvey, og gera pinkur og smágentur fyrst og síðani gentur, unglingar og kvinnur.

Fyrra kappingin verður kl. 13.00 og seinna kappingin kl 15.15. Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn, kl 12.00.

Liðini ið fara at kappast eru frá KFF, Ljósinum, HF og Støkk, og tilmeldað eru: 7 pinkulið, 6 smágentulið, 5 gentulið, 2 unglingalið og 2 kvinnulið.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Prísurin er:

Fimleikafelagið Støkk samskipar kappingina, og smásøla verður til frama fyri felagið.

Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.