
Í ár vann Fimleikafelagið Støkk fimleikafagnaðin við síni tulking av evninum Vón.
Vinnarin hevði ein greiðan boðskap, eina søgu ið vit øll kunnu relatera til. Evnið varð væl lýst við rørslu, ljósi, ljóði og rúmið varð væl brúkt. Framførðslan var dynamisk, ræðandi til tíðir, rørandi, men mest av øllum vónrík.
Soleiðis lýstu dómararnir framførðsluna hjá Støkk, sum tulkaði evið Vón.
Støkk hevði mest loyvda talið av íðkarum við í framførðsluni, sum er 100 av 1.000, sum er limatalið hjá Støkk.
Hini liðini, sum vóru við í fimleikafagnaðinum í ár vóru Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið og Klaksvíkar Fimleikafelag, og øll feløgini høvdu framúr góðar framførðslur.
Sí greinar hjá KVF um fimleikafagnaðin í ár her:
Gunn Reginsdóttir Hermansen, sum hevur staðið á odda fyri at samskipað fimleikafagnaðin fyri Føroya Fimleikasamband, greiðir frá um fagnaðin í ár, og millum annað hví evnið Vón varð valt.
https://kvf.fo/greinar/2025/11/09/eg-haldi-oll-kunnu-vinna
Samrøður við fyriskiparar og íðkarar hjá Støkk, og sjónband av, tá Støkk vann.
https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/11/10/25111032fimleikurfagnadur
17 ára gamla Hansina Nesá stóð á odda fyri teimum umleið 85 íðkarunum hjá Flog, og hevur sjálv gjørt allar seriurnar hjá Flog.
https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/11/10/25111032fimlflogok
Føroya Fimleikasamband vil við hesum ynskja Støkk hjartaliga tillukku, og takka Fimleikafelagnum Flog, Fimleikafelagnum Ljósið og Klaksvíkar Fimleikafelag fyri trýggjar vónríkar, litríkar og glaðar sýningar, við ótrúliga góðum hugflogi, dirvi og mest av øllum sonnum fimleikafagnaði.
Sí fleiri myndir frá fimleikafagnaðinum 2025 á facebook-vanganum hjá Fimleikasambandinum.
Sást tú ikki fimleikafagnaðin í ár? Síggj alla sýningina her: https://www.youtube.com/live/kuZvG7HMZUA