
Komandi leygardag, 7. februar, verður ítróttafagnaðurin fyri 2025, og tvey innan fimleikaheimin eru tilnevnd.
Tey eru Marin Danielsen, amboðsíðkari frá HF, og Durita Knudsen, amboðsvenjari hjá Støkk.
Marin er tilnevnd sum ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT 2025, og Durita er tilnevnd sum ársins ÍtróttaVENJARI 2025.
Vit í Føroya Fimleikasambandi eru so sera stolt av teimum, og gleða okkum at feiðra tær til ítróttafagnaðin leygarkvøldið, har nógvir fimleikarar vera við.
Um Marin og Duritu verður sagt soleiðis:

Marin Danielsen er 15 ár, og hóast sín unga aldur er hon ein av fremstu fimleikarunum í danska ríkinum.
Seinasta árið hevur hon fingið hópatals úrslit, sum prógva, at hon eisini er á hædd við bestu Norðurlendsku íðkararnar.
Marin vann gull í DM fyri juniorar á barr og gólvi. Hon vann silvur í lopi, bronsu á bitanum og bronsu samanlagt. Hartil gull í liðkappingini saman við danska liðnum KG 66.
Á oyggjaleikum vunnu Marin og liðfelagarnir sannførandi. Sjálv vann Marin gull á gólvi bæði í bundnum serium og í finaluni.
Til FM vann hon gull í øllum amboðum – lopi, barr, bita og gólvi – og gull samanlagt.
Hon umboðaði eisini Føroyar á Northern European Championships í Leicester og endaði nr 29 samanlagt – bara 15 ára gomul. Sera flott!
Marin hevur víst stórt ágrýtni og framúr góð evni. Hon venur upp til 26 tímar um vikuna – og bæði framgongd og úrslit eru eyðsýnd. Hon vísir altjóða potentiali og styrki, og hon hevur allar fortreytir fyri at røkka toppinum í altjóða fimleiki komandi árini.
Hartil er Marin eisini ein sonn fyrimynd fyri aðrar ungar fimleikarar. Hon er hjálpsom og fitt – og altíð klár at hjálpa og vegleiða yngru íðkarum.

Durita Knudsen Poulsen umboðar alt tað besta, vit kenna úr føroyskum ítrótti: ágrýtni, fakligheit, eldhuga og hjarta.
Sum venjari hjá kvinnum í Støkk hevur hon í fleiri ár lyft støðið og ment eina heildarhugsan, sum bæði styrkir einstaka íðkaran og felagið sum heild.
Hon er eisini venjari í “Styrki og Konditión” – eitt lið fyri øll, har hon sameinir fimleik, styrkivenjing og góðan felagsskap.
Durita megnar at skapa eitt jaligt og trygt venjingarumhvørvi, har allir íðkarar trívast og mennast. Hon venur fleiri tímar um vikuna, ofta seint á kvøldi, og er altíð væl fyrireikað, til staðar og við í øllum smálutum.
Durita kennir hvørja gentu, veit júst hvat skal til fyri at flyta hana víðari, og hon dugir at skapa gleði, trúgv og sjálvsálit í venjingini.
Hon er ein týðandi drívmegi í Støkk og var landsliðsvenjari í fleiri ár, har hon leiddi føroysku fimleikararnar til fleiri oyggjaleikir.
Sum venjari er Durita ein eldsál. Altíð við einum smíli, altíð klár og altíð við trúnni á, at føroyskur fimleikur kann meira og vil meira. Hon er eitt gott dømi um, hvussu langt vit røkka, tá eldhugi, arbeiðssemi og hjarta ganga hond í hond.